Virkið
Á virkinum pakka, skilja og avskipa vit fisk - alt eftir, hvat keyparin vil hava.

Gongdin:
Fiskurin verður styrtaður í maskinuna, og fyrsta stig er turravísingin.
Síðani verður fiskurin lagdur í bæði bondini, sum ganga upp á vektina.
Tá hvør einstakur fiskur er vigaður, verður hann av einum armi tikin inn á eitt av teimum átta portunum, alt eftir hvat fiskurin vigaði, og hvussu maskinan er instillað.

Tey átta bondini kunnu mala báðar vegir.
Um vit skilja í kør, dettur fiskurin niður norðanfyri, um vit pakka í kassar, dettur fiskurin niður sunnanfyri. Tá karið ella kassin er fullur, letur portrið aftur, og ein etikett verður skrivað út við øllum neyðugu upplýsingum á.
Vanliga koyra vit 250kg. í hvørt 460L. kar og 40kg. í ein 75L kassa.
Kassar:
Skilja vit í kassar, standa fólk og taka ímóti fiskinum, tá hann dettur niður í kassarnar. Fiskurin verður lagdur pent og við rygginum uppeftir. Síðani verður kassin, eftir at etikettin er klistrað á, skumpaður undir maskinuna á eitt annað band, sum førir kassan víðari yvir til ein vakumlyftara. Her verður kassin væl ísaður og stáplaður við vakumlyftaranum. Vanliga stápla vit 14 kassar á hvønn platt. Tá 14 kassar eru stáplaðir verður ein onnur etikett printa út til plattin. Hendan etikettin vísir samlaða vektina á teimum 14 køssunum.

Til høgru er eitt dømi uppá eina etikett, sum verður klistrað á kassan. Her sæst at:
dato er 25/11/2011
fiskaslagið er Liri
fiskurin í kassanum vigar 39,29kg.
fiskurin er komin úr 6. portri
kassin er nummar 90715
kassin hoyrir til platt nr. 7678 og er nummar 13 av 14
Kør:
Um vit skilja í kør, verður ísað í botnin, tá karið er hálvfult og tá tað er fult. Tá portrið letur aftur, kemur eisini her ein etikett út. Hon verður klistrað á karið, og so verður karið tikið frá og síðani stáplað við trukkinum.
Til høgru er eitt dømi uppá eina etikett, sum verður klistrað á karið. Her sæst at:
- dato er 25/11/2011
- fiskaslagið er Toskur 3 (2-4kg.)
- fiskurin í karinum vigar 243,18kg.
- fiskurin er komin úr 6. portri
- karið er nummar 90669
Avskiping:

Eins væl og vit skilja fyri fleiri føroysk fiskavirki, avskipa vit eisini til keyparar í Norðanlondum og EU.
Skal fiskurin skiljast fyri fiskavirki í Føroyum, verður tað oftast gjørt í 460L. kørum við 250kg. í hvørjum. Men fer fiskurin av landinum, er tað oftast í 75L køssum við 40 kg. í hvørjum.